Danskt sum 1., 2.og 3. mál – spurnarblað til føroyskar lærarar 2015

Góði starvsfelagi

Kanningin, sum vit biðja teg luttaka í, er eitt samstarv millum fróðskaparsetrini í útnorðri, Íslandi, Grønlandi, Føroyum umframt Aarhus Universitet og onnur, sum hava við málundirvísing at gera.

Endamálið við verkætlanini er at fáa eina heildarmynd av undirvísingini í fólkaskúlanum í donskum sum fyrsta, annað ella triðja mál. Ætlanin er at lýsa undirvísingina i donskum í teimum londum, har danskt er kravd lærugrein.

Dentur verður lagdur á støðuna hjá málinum viðv. lógum og námsætlanum, og hvussu tær verða framdar í verki. Samstundis verður roynt at lýsa tilvitanina hjá næmingum, foreldrum og øðrum í nærumhvørvinum um hugburðin til málið.

Ætlanin er eisini at finna felags hugsan í námsætlanunum í sambandi við tilrættiislegging av undirvísing, sum kann miðlast til aðrar lærarar. Ein slík verkætlan er ikki gjørd áður.

Kanning

Verkætlanin miðar ímóti:
– virknum samstarvi millum londini
– sambandi millum alment endamál (námsætlan) og innføring í skúlunum
– neyvari lýsing av námsfrøðini/frálærufrøðini, sum verður brúkt
– betri fatan av týðninginum, norðurlendsk mál hava í samfelagnum sum samskiftismiðil fyri norðurlendingar

Vinarliga

Sarita Eriksen og Olly Poulsen, dansktlærarar í føroyska fólkaskúlanum umframt Solveig Debess, Nám.